Dramaverkstaðið

 
  • Øg font størrlesen
  • Standard font størrelse
  • Mindsk font størrelsen

Tíðindi

Nógvar sýningar á Dramaverkstaðnum

Email Udskriv PDF

Nógvar sýningar á Dramaverkstaðnum Laughing

Vikuskiftið 1. og 2. mai 2010 vóru nógvar sýningar á Dramaverkstaðnum Smile. Børnini í barnabólkunum og ungdómsbólkarnir spældu sjónleik so tað stóð eftir Laughing.

Leikirnir vóru:

Fræið: "Fremmanda gentan" við teimum 9 og 10 ára gomlu. Fyri nógv fyrstu ferð á palli - sera flott klára! Smile

Spírin: Tey 10 til 12 ára gomlu høvdu, saman við lærarum, improviserað ein leik úr "Lisa í leikalandi". Smile

Aksið: Tey elstu av børnunum 11 til 13 ár, høvdu somuleiðis, saman við lærarum, improvisera og gjørt leikin "Gullringurin" úr fleiri føroyskum sagnum. Smile

Ungdómsbólkurin spældi leikin "Hans og Greta" (arbeiðsheiti), sum tey saman við lærara hava improvisera og arbeitt við og gjørt til leik, fleiri ævintýr vóru sett saman. Smile

So eru vit liðug við hetta undirvísingaraskeiðið, og vilja vit takka fyri eitt sera gott samstarv. Nú er so summarfrí. Vit vóna at hitta nógv fitt og dugnarlig børn aftur komandi heyst Wink

Tey sum vilja halda fram, skulu meldað til her á síðuni undir "Tilmelding". Undir "Kunning" eru upplýsingar um skeiðini og skúlan.Kiss

Heilsan Hjørdis Johansen, dramapædagogur og dagligur leiðari á Dramaverkstaðnum.

Senest opdateret ( Tirsdag, 04 Maj 2010 09:35 )
 

Tilmelding til skeið 2010 - 2011

Email Udskriv PDF

Dramaskeið 2010 til 2011

Børn, ung, vaksin og pensjonistar

Nýtt dramaskeið byrjar í heyst. Øll, (byrjandi við 9 ár, t.v.s. sum eru fødd í 2001), og sum vilja melda seg til drama, gerið tað á knøttinum Tilmelding her á heimasíðuni. Er barnið yngri, kann tað skrivast upp at standa á bíðilista til 2011 - 2012. Tað eru ofta nøkur sum gera tað.

Tað eru so nógv sum fegin vilja ganga til drama, og ikki er pláss fyri øllum sum søkja hvørt ár. Um næmingur sleppur inn til dramaskeið fleri staðnar, t.d. á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum ella aðra staðnar, vilja vit heita á næmingin og foreldur um at velja eitt stað, so at so nógv sum gjørligt fáa møguleika at royna seg í teimum fáu plássunum, sum eru at søkja.

Vit hava umhugsað at hava skeið fyri pensjonistum, t.v.s fólkum sum eru 50 ár og óavmarkaður aldur uppeftir. Hetta kann bert lata seg gera um so er, at minst 10 fólk tekna seg í serstakan pensjonista-bólk. Eru tit fleiri sum kundu hugsa tykkum at roynt hetta, skulu tit bara skriva tykkum upp inni á Tilmelding og viðmerkja 'Pensjonistur' - so má tíðin vísa um tað vera nóg nógv sum tekna seg.

Lesið undir Kunning um skeiðsprís.

  

Bólkarnir eru fyribils hesir, broytingar kunnu koma uppá tal:

Mánadag: 9 - 10 ár. kl. 16.00 til 17.45. Joan Johansen

Týsdag: 11 - 13 ár. kl 16.15 til 18.00. Ebba SofíaKruse

Hósdag: 10 - 11 ár. kl 16.15 til 18.00. Ragna MajaKruse

NB. Barnabólkarnir eru um at vera fullir, bert fá pláss eftir

Mikukvøld: Ung (13), 14 - 16 ár. kl 17.00 til 19.30. Hjørdis Johansen.

Hóskvøld: Vaksin, 17 ár og eldri. kl 18.30 til 21.00

Tit sum hava gingið síðsta ár.

Eye-rolling Tað er ikki ein sjálvfylgja, at hava plássið frá síðsta skeið, so tit sum ætla at halda fram, minnist til at skriva tykkum upp áðrenn øll pláss eru farin á: Tilmelding.

 

 

 

Senest opdateret ( Lørdag, 28 August 2010 13:31 )
 

Summarfrítíð

Email Udskriv PDF
Fleiri myndir inn á http://dramaverk.spaces.live.com/ 

Ein ordans túrur í Klaksvík :)

So var Norðurlendska barnasjónleikarastevnan liðug. Tað var ein sera sera góð stevna, og øgiliga nógvur blíðskapur í Klaksvík, har vit høvdu tað ógvuliga gott.
Eftir eina viku við sjónleikaframførslum, workshops, útferðum og fundum, fóru vit í gjár (5. juli) heim við bussi. Vit eru øll glað fyri at vit sluppu við á hesa stevnu.

Surprised Dramaverkstaðið hevur nú summarfrí, vit byrja aftur sept ella okt 2009.
Senest opdateret ( Tirsdag, 04 August 2009 15:17 )
 

Skjótt summarfrítíð :)

Email Udskriv PDF

Hey, so er skjótt summarfrítíð á Dramaverkstaðnum Laughing.

Freistin at lata inn leikrit er farin og tað eru nógv sum hava sent inn til kappingina - spennandi verður at frætta frá nevndini nú tey fara undir arbeiði við at finna ein vinnara Surprised.

Um minni enn eina viku, 29. juni, fara tveir bólkar frá Dramaverkstaðnum til Klakksvíkar at luttaka á Norðurlendskari/baltiskari- barnasjónleikarastevnu. Tilsamans eru tað 31 næmingar, 3 hjálparfólk, 2 leikstjórar og 1 teknikari - 37 fólk Cool - ja tað er óført! Tveir leikir verða framførdir, Snóhvíta sum tey 9 til 13 ára gomlu spæla og Hvør er øðrvísi? sum tey 13 til 15 ára gomlu spæla. Øll sum luttaka tosa teirra egna móðurmál á palli, og tað verður spennandi at vita, hvussu væl tey duga at spæla, so áskoðarirnir skilja leikirnar uttan at skilja málini.

Tá stevnan er liðug 5. juli, er liðugt fyri í ár. Dramaverkstaðið takkar øllum sum hava gingið síðsta skeiðið, tað hava verið herligar løtur við tykkum øllum Kiss.

Í heyst verður aftur fari í sving, og til ber at melda seg inn til skeið her á heimasíðuni. Væntandi fara vit at lýsa í bløðunum og siga frá tá summarfrítíðin er liðug.

Vit ynskja øllum góða summarfrítíð Smile. Síggjast Wink!

 

15. juni er seinasta freist at lata inn leikrit

Email Udskriv PDF

Minst til! Seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina er mánadagin 15. juni Smile

Mánadagin 15. juni er seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina ”Skriva ein sjónleik til børn”. Tað er Dramaverkstaðið (www.dramaverk.net) sum bjóðar øllum at taka lut í kappingini um at skriva ein sjónleik til børn.

Kappingin er stuðlað av FUR, MáF og Mentamálaráðnum.

Virðislønir

1. virðisløn er á 15.000 kr.

2. virðisløn á 10.000 kr 

3. virðisløn er á 5.000 kr

 Endamálið er at fáa til vega fleiri føroyskar sjónleikir til børn, sum kunnu spælast av børnum ella barnsligum sálum.

 Málbólkur er børn millum 8 – 12 ár. Longdin á leikinum kann vera millum 15 – 30 minuttir til longdar, men tað er einki krav.

 Ein dómsnevnd avgerð hvør sjónleikur fær 1., 2., og 3. virðisløn.

 Vinnararnir verða kosnir í september 2009, og øll, ið hava verið við í kappingini, fáa boð so skjótt, sum avgerðin er tikin.

 Leikritið skal sendast í seinasta lagi 15. juni 2009 til:

Dramaverkstaðið

Korkagøta 12

FO-100 Tórshavn

Skriva ”Kapping um barnaleik” á brævbjálvan. Navnið hjá tær má ikki vera skrivað á leikritið. Skriva navn, bústað og møguliga teldupostaddressu á ein lepa og legg lepan í ein annan afturlatnan brævbjálva, sum verður lagdur saman við leikritinum.

 

 

Senest opdateret ( Torsdag, 04 Juni 2009 09:27 )
 


Side 1 af 2