Hey, so er skjótt summarfrítíð á Dramaverkstaðnum
.
Freistin at lata inn leikrit er farin og tað eru nógv sum hava sent inn til kappingina - spennandi verður at frætta frá nevndini nú tey fara undir arbeiði við at finna ein vinnara
.
Um minni enn eina viku, 29. juni, fara tveir bólkar frá Dramaverkstaðnum til Klakksvíkar at luttaka á Norðurlendskari/baltiskari- barnasjónleikarastevnu. Tilsamans eru tað 31 næmingar, 3 hjálparfólk, 2 leikstjórar og 1 teknikari - 37 fólk
- ja tað er óført! Tveir leikir verða framførdir, Snóhvíta sum tey 9 til 13 ára gomlu spæla og Hvør er øðrvísi? sum tey 13 til 15 ára gomlu spæla. Øll sum luttaka tosa teirra egna móðurmál á palli, og tað verður spennandi at vita, hvussu væl tey duga at spæla, so áskoðarirnir skilja leikirnar uttan at skilja málini.
Tá stevnan er liðug 5. juli, er liðugt fyri í ár. Dramaverkstaðið takkar øllum sum hava gingið síðsta skeiðið, tað hava verið herligar løtur við tykkum øllum
.
Í heyst verður aftur fari í sving, og til ber at melda seg inn til skeið her á heimasíðuni. Væntandi fara vit at lýsa í bløðunum og siga frá tá summarfrítíðin er liðug.






. Síggjast
!