Minst til! Seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina er mánadagin 15. juni 
Mánadagin 15. juni er seinasta freist at lata inn leikrit til skrivikappingina ”Skriva ein sjónleik til børn”. Tað er Dramaverkstaðið (www.dramaverk.net) sum bjóðar øllum at taka lut í kappingini um at skriva ein sjónleik til børn.
Kappingin er stuðlað av FUR, MáF og Mentamálaráðnum.
Virðislønir
1. virðisløn er á 15.000 kr.
2. virðisløn á 10.000 kr
3. virðisløn er á 5.000 kr
Endamálið er at fáa til vega fleiri føroyskar sjónleikir til børn, sum kunnu spælast av børnum ella barnsligum sálum.
Málbólkur er børn millum 8 – 12 ár. Longdin á leikinum kann vera millum 15 – 30 minuttir til longdar, men tað er einki krav.
Ein dómsnevnd avgerð hvør sjónleikur fær 1., 2., og 3. virðisløn.
Vinnararnir verða kosnir í september 2009, og øll, ið hava verið við í kappingini, fáa boð so skjótt, sum avgerðin er tikin.
Leikritið skal sendast í seinasta lagi 15. juni 2009 til:
Dramaverkstaðið
Korkagøta 12
FO-100 Tórshavn
Skriva ”Kapping um barnaleik” á brævbjálvan. Navnið hjá tær má ikki vera skrivað á leikritið. Skriva navn, bústað og møguliga teldupostaddressu á ein lepa og legg lepan í ein annan afturlatnan brævbjálva, sum verður lagdur saman við leikritinum.





