Nevndin:
Formaður: Ragna Maja Kruse,
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
Skrivari: Jóna Venned
Kassameistari:
Nevndarlimir: Joan Johansen, Marjun Kajsdóttir Joensen, Herborg Nyholm Debess, Ebba Sofía Kruse
Tiltakslimur: Jóhan H. S. Mouritsen
Dagligur leiðari:
Hjørdis Johansen. Samband fæst inni á knøttinum "Fá samband"
Dramaverkstaðið
Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr.
Ein kann siga, a
t hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara.
Børn 9 til og við 13 ár.
Hvar, nær og hvussu nógv
Hvar?: Dramaverkstaðið er elsti drama/teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, við 12 árum á baki. Her fáa næmingar møguleika fyri at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionelir leikarar onnur eru sera virkin sum amatørar.
Nær?: Frálæran er fyri børn 2 tímar einaferð um vikuna eftir skúlatíð, fyri Ung og vaksin er tíðin eitt sindur longri. Ásetan av døgum verður sett áðrenn hvørt skeið, og noyðist at tillagast teimum lærarum sum eru settir hvørt skeið sær. Tó er vaksnamannabólkurin sum vænt hóskvøld, klokkutíðin verður ásett í samráð við næmingarnar. Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrja verður. Um ikki liggur fyri at ganga tað bjóaðu tíðina, verður plássið bjóða øðrum næmingi á bíðilistanum.
Yvirskriftir til undirvísing skiftandi longdir
1. Arbeiðsamboð
2. Sjangra
3. Sýningar, antin bert fyri avvarandi ella almennar sýningar. Tað er ikki málið at seta leikir upp, men kemur ofta fyri.
Hvussu nógv?:
Barnabólkar 9 til 13 ár.
Prísur: Hálvárligt gjald við 2 gjaldingum á 750,- kr, íalt kr. 1.500. Kontonummar fáa tit kunning um frá Dramaverkstaðnum.
1. gjalding í seinasta lag 01. 09. 2010
2. gjalding í seinasta lag 01. 01. 2011
ÚTMELDING SKAL VERA SKRIVLIG OG VIÐ UNDIRSKRIFT HJÁ FORELDRUM ELLA VERJA!!

Ung og vaksin. 14 ár og óavmarkaður aldur uppeftir.
Prísur: Hálvárligt gjald við 2 gjaldingum á 750,- kr, íalt kr. 1.500. Kontonummar fáa tit kunning um frá Dramaverkstaðnum.
1. gjalding í seinasta lag 01. 09. 2010
2. gjalding í seinasta lag 01. 01. 2011
Pensjonistar. Vit hava umhugsað at hava skeið fyri pensjonistum, t.v.s fólkum sum eru 50 ár og óavmarkaður aldur uppeftir. Hetta kann bert lata seg gera um so er at minst 10 fólk tekna seg í serstakan pensjonista-bólk. Eru tit fleiri sum kundu hugsa tykkum at roynt hetta, skulu tit bara skriva tykkum upp inni á Tilmelding og viðmerkja 'Pensjonistur' - so má tíðin vísa um tað vera nóg nógv sum tekna seg.
Tilmelding og bíðilisti:
Tá tú meldar teg til skeið á Dramaverkstaðnum, meldar tú teg til alt skeiðið: 2010 – 2011.
Vit byrja í september ella fyrst í oktober og enda í mai 2011.
Bólkarnir, við umleið 12 til 14 næmingum í hvørjum bólki, vera samasettir av leiðaranum á Dramaverkstaðnum eftir aldri, kyni og royndum.
Vit taka atlit viðvíkjandi teimum sum hava staðið á bíðilista!
Tá tú hevur teknað teg til skeið á skemanum, sum tú finnur á hesi heimasíðuni, fært tú skriftligt boð sendandi um upptøku ella ikki.
Fyri at ganga á Dramaverkstaðnum skal inngjaldingin vera registrerað.
Av og á vera eykaskeið ella verkskeið bjóðaði næmingunum, fyri tey verður serligt skeiðsgjald.
Lærarir hjá barnabólkunum: Enn hava vit ikki nøkur nøvn at seta inn, men arbeitt verður við tí.
Soleiðis arbeiða vit:
Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um teirra sjálvstøði, sjálvsálit og samstarv við onnur.
Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir sum vísa vegin. Vit royna at peila eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan einstaku lærugreinirnar, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.
Eftirmetingarfundir:
Áðrenn vit avgera um vit skulu seta leikir upp, hava vit eftirmetingarfundir, oftast áðrenn ársskiftið. Tá finna vit út av og taka avgerðir um hvussu skal farast fram og um tað skulu vera fleiri leikir ella bert ein og hvussu vit skulu tilrættisleggja venjingarnar.
Gestalærarir:
Av og á hava vit gestalærarar sum kunnu geva okkum íblástur til okkara dagliga arbeiði og sýningar.
Konsulent tænasta:
Dramaverkstaðið bjóðar sær at skipa fyri verkskeiðum, fyrilestrum og ráðgeving. Vit eru von við ymiskar aldursbólkar og við næmingum á ymiskum støði.
Prísur, fyri verkskeiðum, fyrilestrum og longri undirvísing, eftir avtalu.
Prísur, fyri ráðgevingshjálp í sambandi við sýningar, eftir avtalu. Ráðgeving í samband við ígongdsetan av fyrireiking til uppsetan av leiki, við arb í sambandi við venjingum ella hjálp og hugskot til, hvussu til ber at fara undir at arbeiða við leikritum ótraditionelt.
Gjøllari kunning fæst við at venda sær til Dramaverkstaðið/Hjørdis Johansen.
Hvat kunnu vit bjóða:
Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik.
Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing.
Jólaleikur:
Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Støða verður tikin til um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári, og hvør skal standa fyri arbeiðinum. Um orkan er til tað, er tað tann sum stendur fyri uppsetingini sum avgerð, hvussu nógvir og hvørjir næmingar skulu vera við í tiltakinum.
Sýningar:
Tað hava verið nógvar sýnigar á Dramaverkstaðnum øll árini, millum 2 til 4 sýningar hvørt ár. Vit hava sýnt fram á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum, á Meiarínum og uttandura í miðbýnum, umframt hetta hava vit verið í útlondum við leikum fleiri ferðir. Vit hava fingið sera góð ummælir bæði her heima og uttanlanda.


