Dramaverkstaðið - Hallarheygur 2, Tórshavn

 
  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size

Kunning

DramaverkstaðiðAn elf dancing

Gleðin við at arbeiða við drama og sjónleiki er fremst í huganum, og har kunnu øll fáa okkurt burturúr.
Ein kann siga, at hetta arbeiði er bæði til gaman og álvara.

Børn 9 til og við 13 ár.

Hvar, nær og hvussu nógv

Hvar?: Dramaverkstaðið er elsti drama/teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, við 11 árum á baki. Her fáa næmingar møguleika fyri at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionelir leikarar onnur eru sera virkin sum amatørar.

Nær?: Frálæran er 2 tímar einaferð um vikuna eftir skúlatíð. Ásetan av døgum verður sett áðrenn hvørt skeið, og noyðist at tillagast teimum lærarum sum eru settir hvørt skeið sær. Næmingar fáa tilboð um pláss áðrenn byrja verður.

Yvirskriftir til undirvísing skiftandi longdir

1. Arbeiðsamboð

2. Sjangra

3. Sýningar, antin bert fyri avvarandi ella almennar sýningar. Tað er ikki málið at seta leikir upp, men kemur ofta fyri.

Hvussu nógv?:

Prísur: Hálvárligt gjald við 2 gjaldingum á 750,- kr. Kontonummar fáa tit kunning um frá Dramaverkstaðnum. 

1. gjalding í seinasta lag 1. 10. 2008

2. gjalding í seinasta lag 1. 1. 2009

ÚTMELDING SKAL VERA SKRIVLIG  OG VIÐ UNDIRSKRIFT HJÁ FORELDRUM ELLA VERJA!!

 

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli

14 ár og óavmarkaður aldur uppeftir.

Samstarv er við Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla við næmingum sum eru 14 ár og eldri. Skeiðini verða lýst hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, og tá skal tilmeldingin og gjalding til tey, vera sum tey fyriskrivað í lýsingini. Skeiðsgjaldið er í ár 800,-kr.

 

Limagjald til Sjónleikarfelagið Dramaverkstaðið

Limagjald uppá 650,- kr er fyri øll sum ganga á Dramaverkstaðnum. Hjá teimum 9 til og við 13 ára gomlu er tað íroknað teimum tveimum gjaldingunum.

Hjá teimum 14 ár og eldri, skal tað gjaldast 1.10. 2008. Kontonummar fáa tit kunning um frá Dramaverkstaðnum tá tit eru byrjaði. 


Tilmelding og bíðilisti:

Tá tú meldar teg til skeið á Dramaverkstaðnum, meldar tú teg til alt skeiðið: 2008 – 2009.

Vit byrja síðst í september ella fyrst í oktober og enda síðst í mai 2009.

Dramaverkstaðið tekur ímóti 2 barnabólkum við umleið 14 næmingum í hvørjum bólki.

Bólkarnir vera samasettir av leiðaranum á Dramaverkstaðnum eftir aldri, kyni og royndum.

Vit taka atlit viðvíkjandi teimum sum hava staði á bíðilista!

Tá tú hevur teknað teg til skeið á skemanum, sum tú finnur á hesi heimasíðuni, fært tú skriftligt boð sendandi um upptøku ella ikki. Fyri at ganga á Dramaverkstaðnum skal inngjaldingin vera registrerað.

Av og á vera eykaskeið ella verkskeið bjóðaði næmingunum, fyri tey verður serligt skeiðsgjald.

Lærari hjá barnabólkunum: Ebba Sofía Kruse.

Soleiðis arbeiða vit:

Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um teirra sjálvstøði, sjálvsálit og samstarv við onnur.

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir sum vísa vegin. Vit royna at peila eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan einstaku lærugreinirnar, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.

Eftirmetingarfundir:

Áðrenn vit avgera um vit skulu seta leikir upp, hava vit eftirmetingarfundir, oftast áðrenn ársskiftið. Tá finna vit út av og taka avgerðir um hvussu skal farast fram og um tað skulu vera fleiri leikir ella bert ein og hvussu vit skulu tilrættisleggja venjingarnar.

Gestalærarir: 

Av og á hava vit gestalærarar sum kunnu geva okkum íblástur til okkara dagliga arbeiði og sýningar.

Konsulent tænasta:

Dramaverkstaðið bjóðar sær at skipa fyri verkskeiðum, fyrilestrum og ráðgeving. Vit eru von við ymiskar aldursbólkar og við næmingum á ymiskum støði.

Prísur 350,- pr undirvísingartíma fyri verkskeiðum, fyrilestrum og longri undirvísing.

Prísur 600,- fyri ráðgevingshjálp í sambandi við sýningar. Ráðgeving í samband við ígongdsetan av fyrireiking til uppsetan av leiki, við arb í sambandi við venjingum ella hjálp og hugskot til, hvussu til ber at fara undir at arbeiða við leikritum ótraditionelt. 

Gjøllari kunning fæst við at venda sær til Dramaverkstaðið/Hjørdis Johansen.

Hvat kunnu vit bjóða:

Tað krevst ongin forkunnleiki, men áhugin fyri at royna ymsu lærugreinirnar innan drama og teatur er neyðugur: Drama, dans, talu, rørslu, scenografi, búnar, ljós, ljóð og tónleik.

Undirvíst verður í ymiskum lærugreinum sum geva innlit og hegni í sjónleikarlist t.d.: røddvenjing, sjónleiksteknikki, konsentratión, dramaspøl, avspenning, andadráttsvenjing, teatursport, forumleik, improvisatiónsvenjing.

Jólaleikur:

Leikaløtan hevur verið fastur táttur í desember mánaða í nógv ár. Støða verður tikin til um sýnigar skulu vera ella ikki á hvørjum ári, og hvør skal standa fyri arbeiðinum. Um orkan er til tað, er tað tann sum stendur fyri uppsetingini sum avgerð, hvussu nógvir og hvørjir næmingar skulu vera við í tiltakinum.

Sýningar:

Tað hava verið nógvar sýnigar á Dramaverkstaðnum øll árini, millum 2 til 4 sýningar hvørt ár. Vit hava sýnt fram á Dramaverkstaðnum, í Sjónleikarhúsinum, á Meiarínum og uttandura í miðbýnum, umframt hetta hava vit verið í útlondum við leikum fleiri ferðir. Vit hava fingið sera góð ummælir bæði her heima og uttanlanda.