Dramaverkstaðið - Hallarheygur 2, Tórshavn

 
  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size

X World Festival of Children's theatre Moscow 2008

Email Udskriv PDF
Enn einaferð eru børn á Dramaverkstaðnum útvald til størstu barnasjónleikarastevnuna í heiminum, 'X World Festival of Children's theatre' hesuferð í Moskva.

 

Gløgt er gestsins eyga sigst, og so er eisini tá tað snýr seg um okkara dugnaligu børn, tey hava ferð eftir ferð gjørt vart við seg og Føroyar uttanlanda.
Tað eru 20 onnur lond sum eru kosin, meðan 6 lond eru á bíðilista. Festivalurin er ikki ein kappingarfestivalur meðan hann fer fram, kappingin er longu farin fram tá londini verða kosin av eini altjóða stjórn, sum skal hava sjónbond, frásøgn um leikin, myndir og søgugongd at ráða frítt yvir. Vit eru sera fegin og ovfarin yvir at vera útvald, hetta er sera stórt fyri okkum øll á Dramaverkstaðnum, sum eftirhondini er vorðið kent víða hvar fyri leiklistarlig avrik. Hóast rós og viðurkenning frá útlendingum, so hava vit sera trongar karmar at arbeiða undir her heima, so tað er av størsta týdningi, at vit fáa stuðul frá øllum sum kunnu veita okkum eina hjálpandi hond, so vit sleppa út um landoddarnar at royna okkum.

Leikarirnir
Børnini á Dramaverkstaðnum eru tilvildarligir næmingar, sum melda seg til av egnum huga, og í løtuni arbeiður bólkurin, á myndini omanfyri, við at byggja upp ein leik at fara til Moskva við, 17. til 25. juli summarið 2008. Í leikbólkinum eru 14 børn/ung, tey eru 12 til 15 ára gomul og vant verður í umleið 3 til 4 tímar hvørja viku, umframt nógvar eykavenjingar, fram til juli mánaða, tá vit skulu avstað. Vónandi fer tað at eyðnast okkum at framføra leikin her heima áðrenn vit fara, men tað veldst um, um vit fáa nakran pall í býnum at spæla á, Dramaverkstaðið er ikki nóg stórt til eina slíka leiksýning.

Hví altjóða luttøka?
Altjóða luttøka, har arbeitt verður í workshops hvønn dag og at síggja framførslur úr øðrum londum, gevur okkara børnum og ungu íblástur og innlit um altjóða leiklist. Tey luttakandi børnini fáa vitan um á hvørjum støði okkara arbeiði er í mun til støði í øðrum londum. Harafturat verða Føroyar sjálvstøðugt á dagsskránni alla vikuna, har vit skulu vera føroyskir "sendiharrar", hetta eru børnini og tey ungu tilvitaði um og fyrireika tey seg til hetta uppá besta máta. Um kravið verður, at vit hava "Føroyskan bás" so gera vit ein bás, hetta er ikki altíð so, men bæði í Linge (Týskland) og í Havana (Cuba) høvdu vit básar við føroyskum lutum, plakatum og ymiskari formlist, bregding og við føroyskum dansi og dansispølum. Dramaverkstaðið skal sjálvt gjalda útreiðslur av: Venjing, uppseting, leikstjørn, búnum, pallmynd, ljóðmynd, ljóssetan, effektum og ferðing og hevur søkt grunnar, vinnulív og onnur um stuðul, uttan stuðul ber illa til at fara eina slíka ferð.
Bólkurin Ung 1 sum skal til Moskva 16. til 26. juli 2008

Ung 1. 2008
Kristina, Sasho, Harald, Rani, Jón, Karl, Hanna, Randi, Marið, Minna, Jórun Maria, Laila, Sissal og Rúni.

Higartil hava hesi játta at stuðla:

Jólamerkjagurnnurin. Fjøllrit. Meginfelag áhugaleikara Føroya. Mentanargrunnurin. Tórshavnar býráð.

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin!

Enn er nakað væl eftir á mál peningarliga, so vónandi fáa vit jalig aftursvar frá øllum teimum vit hava biði um stuðul frá Smile.

 


 

 

 

Senest opdateret ( torsdag, 19 juni 2008 23:57 )